Hákun og Füchse ein sigur frá týska meistaraheitinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin tóku í kvøld enn eitt týðandi stig móti týska meistaraheitinum, tá ið teir vunnu heili 45-35 móti Gummersbach.

Nú eitt umfar er eftir at spæla í Bundesliguni, er Füchse Berlin við 56 stigum eitt stig frammanfyri Magdeburg. Tí kann Füchse Berlin sjálvt avgera meistaraheitið sunnudagin klokkan 14.00, tá ið teir vitja Rhein-Neckar Löwen á útvølli.

Füchse Berlin hevði ikki stórvegis trupulleikar av at vinna dystin í kvøld, og tá ið eitt korter var spælt drógu teir frá, og tað kom ongantíð spenningur í dystin aftur. Í hálvleikinum var støðan 22-15.

Hákun West av Teigum spældi meginpartin av dystinum, og skoraði upp á fimm av sjey royndum, áðrenn hann varð skiftur út móti endanum av dystinum, tá ið alt var avgjørt.

Heimsins besti hondbóltsleikari, danin, Mathias Gidsel, skoraði 11 ferðir í kvøld.