Hákun West av Teigum skoraði fyrsta málið í dystinum, tá ið Füchse Berlin vann hálvfinaluna í Champions League 34-24 móti franska liðnum Nantes.
Füchse byrjaði dystin væl, men longu eftir átta minuttir broyttust fyritreytirnar hjá týsku meistarunum nógv, tí stjørnuleikarin, heimsins nógv besti leikari, Mathias Gidsel, fekk reytt kort, tá ið hann gleið við beinunum fyrst inn í høgra vong hjá Nantes, sum var á veg í skotstøðu.
Útvísingin sá tó ikki út til at ávirka Füchse tað stóra. Í málinum stóð málverjin Dejan Milosavljev framúr væl og nú Gidsel var úti, funnu hinir leikararnir vegin til málið.
Í hálvleikinum var støðan 18-12, og Füchse helt leiðsluna allan dystin og vann at enda 34-24
Hákun West av Teigum skoraði upp á báðar sínar møguleikar av høgra veingi.
Füchse Berlin spælir í morgin finaluna móti øðrum av Magdeburg og Barcelona, sum spæla hálvfinalu seinni í kvøld.
Mynd: Sigmund av Teigum