Hákun og Füchse nærkast týska meistaraheitinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Füchse Berlin og Hákun West av Teigum vunnu ein greiðan sigur á Melsungen í oddabrakinum í týsku Bundesliguni, og harvið hevur Füchse beina kós móti sínum fyrsta meistaraheiti nakrantíð.

Dysturin var bert spennandi eina løtu, og endin var at Füchse vann 37-29. Stóri leikarin hjá Füchse var sum ikki einaferð Mathias Gidsel, sum skoraði heili 15 mál.

Hákun West av Teigum spældi allan dystin á høgra veingi. Hann stóð tolin og bíðaði og skoraði upp á einasta møguleikan hann fekk.

Tríggir dystir eru eftir at spæla í týsku Bundesliguni. Füchse er eitt stig frammanfyri Magdeburg og tvey frammanfyri Melsungen.


Stigatalva Bundesliga hondbóltur menn

 DVJT++/-Stig
1Füchse Berlin312443107989618352
2SC Magdeburg31251597583214351
3MT Melsungen31250693782910850
4THW Kiel31230895884511346
5SG Flensburg-Handewitt311957103392410943
6TSV Hannover-Burgdorf3120389468925443
7TBV Lemgo Lippe31181128808443637
8VfL Gummersbach31172129459024336
9Rhein-Neckar Löwen3217114964959535
10Handball Sportverein Hamburg3114512953963-1033
11ThSV Eisenach3111317950969-1925
12SC DHfK Leipzig3110120910932-2221
13FRISCH AUF! Göppingen318320846933-8719
14HSG Wetzlar319022817925-10818
15TVB Stuttgart318023830954-12416
16SG BBM Bietigheim316322848988-14015
17HC Erlangen325423831939-10814
181. VfL Potsdam313028736912-1766