Hóast Hákun West av Teigum spældi sera væl fyri Füchse Berlin í finaluni í Champions League móti Magdeburg, so var tað ikki nokk til at vinna finaluna. Magdeburg var betri enn Füchse, sum hevði ein ringan dag, og Magdeburg kann nú kalla seg evropameistara fyri feløg.
Füchse Berlin byrjaði betri, men skjótt kom Magdeburg fram um, og Füchse hevði trupult við at fáa rútmu í álopsspælið, og spanksi málverjin hjá Magdeburg, Sergey Hernandez Ferrer, stóð sera væl í málinum.
Hinvegin so bjargaði Dejan Milosavljev hjá Füchse einki skot, áðrenn hann var skiftur út. Heldur ikki Mathias Gidsel kom ordiliga í gongd í dag, og tað man vera langt síðan, at hann hevur spælt ein so vánaligan dyst.
Í hálvleikinum var støðan 16-12 til Magdeburg, og hóast Füchse royndi ymiskt fyri at koma aftur í dystin, so var einki at gera.
Millum annað fór Füchse Berlin í eini seinastu roynd longri fram við verjuni, tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir. Tað hjálpti eisini væl, tí Magdeburg misbrúkti nøkur álop, men tíverri, so gekst illa at skora í hinum endanum, og millum annað brendi Mathias Gidsel tvær ferðir á rað púra leysur.
Endin var, at Magdeburg vann 32-26.
Hákun West av Teigum skoraði sjey mál upp á níggju skot.
Mynd: Sigmund av Teigum