Hallgerð heiðrað fyri trúfasta tænastu

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Eg veit væl, at tær ikki dámar at vit gera ov nógv hóvasták burturúr tær og at tær ikki dámar, at tað er ov nógv stákan og vas rundanum teg. Men tú sleppur ikki undan nøkrum orðum á leiðini. Tí tú hevur starvast hjá kommununi í fleiri enn 35 ár og harav eini 15 ár í Sólareyganum, segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, tá hann í gjár helt talu fyri Hallgerð Joensen.

Í samband við, at Hallgerð hevur starvast 35 ár í Tórshavnar kommunu – harav tey seinastu 15 árini á dagstovninum Sólareygað, so var lítil samkoma á dagstovninum, har borgarstjórin handaði Hallgerði eina silvurheiðursløn.

– Eg veit, at tú ert ein av hesum – sera álítandi og arbeiðssom, aldrin sjúk og dugir absolutt alt. Haraftrat hjalpsom og fleksibul. Eg hoyri eisini, at tú ert so trúføst, at tey hava givið tær eitt kaffikrúss við áprentinum “Trúfasta”. Tað passar øgiliga væl til tín.

– Eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og tína drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi, segði Heðin Mortensen á samkomuni í Sólareygað.

Kelda: Tórshavnar kommuna