, ,

Hallur Holm og hinir í tippiklubbanum eru farnir til Albania at stuðla landsliðnum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Saman við hinum trimum í tippiklubbanum, Jóhan Joensen, Magnus Hentze og Jóannes Guttesen er Hallur Holm farin til Albania fyri at uppliva landið sjálvt, og fyri at stuðla føroyska landsliðnum mánakvøldið klokkan 19.45, tá Føroyar spæla seinasta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini. Hallur greiður frá, at hann og hinir í tippiklubbanum plaga at ferðast til ein útidyst hjá landsliðnum annaðhvørt ár. Og tað ger tað ikki verri at sleppa at vitja eitt land, har teir ikki hava verið áður. Her ber til at hoyra samrøðuna okkara reportari, Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við Hall Holm nakrar dagar undan dystinum í Tirana.

Mynd: Petur Asbjørn Lervig.