Hallur og Rógvi við móti Niðurlondum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tveir leikarar afturat eru tiknir út til manslandsdystirnar í hondbólti móti Niðurlondum seinni í mánaðinum. Tað eru Hallur Arason úr Afturelding í Íslandi og Rógvi-Dal Christiansen úr Kyndli.

Rógvi Dal-Chirstiansen hevur spælt 18 landsdystir, men hevur ikki spælt á landsliðnum síðan 2021. Hann kom seinasta kappingarár heim aftur til Kyndil eftir nøkur ár uttanlands.

Hallur Árason er skrásettur fyri ein landsdyst, men hevur verið ofta verið partur av bruttohópinum, sum er kallaður til venjingar.

Landsliðshópurin er hart raktur av skaðum hesaferð, og leikarar sum Vilhelm Poulsen, Peter Krogh, Pauli Mittún og Kjartan Johansen eru ikki tøkir. Harafturat eru Nicholas Satchwell, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Helgi Hoydal langtíðarskaddir.


Hópurin til dystirnar móti Niðurlondum:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (Danmark)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (Svøríki)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (Noreg)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (Svøríki)
Óli Mittún, IK Sävehof (Svøríki)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (Týskland
Bjarni í Selvindi, Valur (Island)
Hallur Arason, Afturelding (Island)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (Danmark)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (Danmark)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (Týskland)
Allan Norðberg, Valur (Island)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (Danmark)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (Danmark)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða leiktir, ávikavist á heimavølli í høllini við Tjarnir, mikudagin 12. mars klokkan 19.00, og á útivølli í Almere í Niðurlondum, sunnudagin 16. mars klokkan 14.00 føroyska tíð.