Nú kappingarárið í hondbólti er av, hevur hagtalssíðan Handballstatz valt ársins lið hjá monnum.
Liðið er bygt á HBS/dyst, og fyri at koma á ársins lið skal leikarin hava spælt í minsta lagi 75% av øllum dystum, sum sítt lið hevur spælt.
HBS er sett saman av hagtølum og hendingum úr dystinum. Allir partar av spælinum telja við, bæði tey góðu og tey minni góðu tingini.
Eisini hevur Handballstatz valt William Skovsager úr Kyndli sum ársins leikara. Hann fekk við 6,38 HBS/dyst, og tað er best av øllum leikarum í mansdeildini.
Her er liðið:
- Vinstri vongur: Sjúrður Olsen (VÍF) 6,22 HBS/dyst
- Vinstri bakkur: William Skovsager (Kyndil) 6,38 HBS/dyst
- Miða: Trúgvi Hávardsson (StÍF) 6,33/HBS/dyst
- Høgri bakkur:Tobias H. Thisen (Kyndil) 6,12 HBS/dyst
- Høgri vongur: Niklas Gaard (Neistin) 2,97 HBS/dyst
- Strika: Kristian Jensen (VÍF) 3,50 HBS/dyst
- Málmaður: Milenko Jelic Jelkan (KÍF) 5,51 HBS/dyst
