Hannis Agnarsson: – Vit stríddust væl allar 90 minuttirnar
21.08.2026Aftaná annan 0-0 javnleikin millum Víking og B36 í hesum kappingarárinum fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Hannis Agnarsson hjá B36. Hannis heldur, at B36 stríddist væl allar 90 minuttirnar, men hann hevði ynskt, at álopsstøðurnar vóru betri avgreiddar. Minsta kravið í dag var at fáa eitt stig, og tað megnaði B36 so, um enn tað var ynskiligari at vunnið dystin. Hannis er ikki samdur við, at liðskiparin, Njál Reinert-Petersen átti at fáa reyða kortið móti dystarenda.