Hans Anders Jacobsen borgarstjóri í Sjóvar kommunu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nývalda kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu hevur í dag skipað seg.

Hans Anders Jacobsen verður borgarstjóri og Artur Johansen verður varaborgarstjóri.

Nevndirnar verða skipaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd:
Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen og Artur Johansen, varalimur: Drós Ellingsgaard

Trivnaðar- og umhvørvisnevnd:
Sandra L. Østerø, Jóhan H. Funn, Artur Johansen, varalimur: Sonni Johansen

Tøkni- og býarskipanarnevnd:
Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø, Sonni Johansen, varalimur: Artur Johansen

Vinnu- og havnanevnd:
Sonni Johansen, Drós Ellingsgaard, Artur Johansen, varalimur: Sandra L. Østerø

Mentanar- og frítíðarnevnd:
Drós Ellingsgaard, Sandra L. Østerø, Jóhan H. Funn, varalimur: Artur Johansen

Nevndirnar skipa seg sjálvar.

Umboð í samstarvsnevndir:

Kongshavnar havnastýri:
Sonni Johansen, varalimur Jóhan H. Funn

Roðin:
Drós Ellingsgaard, varalimur: Artur Johansen. Borgarstjórin er fastur limur í Roðanum.

Skúlastýrið:
Drós Ellingsgaard og Jóhan H. Funn. Varalimir verða Sonni Johansen og Sandra L. Østerø.

IRF:
Sandra L. Østerø, varalimur verður Jóhan H. Funn

SEV:
Sandra L. Østerø, varalimur verður Sonni Johansen

Kommunufelagið:
Borgarstjórin, varalimur verður Sandra L. Østerø

Skálafjarðar sløkkilið:
Borgarstjórin, varalimur verður Jóhan H. Funn


Hesi eru vald í bygdaráðið í Sjóvar kommunu:

Hans Anders Jacobsen 75 atkvøður
Artur Johansen 72 atkvøður
Noomi Káradóttir Rasmussen 64 atkvøður
Sandra Ljósá Østerø 61 atkvøður
Jóhan Herlufson Funn 59 atkvøður
Drós Ellingsgaard 51 atkvøður
Sonni Johansen 50 atkvøður