Flaggdagin, 25. apríl, var hátíðarhald í neystinum hjá kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum.
Í samband við tiltakið varð Gullnál ÍSF’s latin Hans Petur Hansen fyri hansara stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama.
Formaðurin í Róðrarsambandi Føroya, Petur Hansen, las innstillingina, og ÍSF-forsetin Elin H. Joensen handaði heiðursnálina.
Hans Petur Hansen hevur í samfull 38 ár verið ein berandi kraft í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Hann byrjaði í 1986, tá ein av synunum hansara byrjaði at rógva, og hevur síðan verið ein virkin partur av felagnum. Hann var formaður í felagnum eitt skifti, áðrenn ein sonur hansara tók yvir.
Í áratíggir hevur Hansen brúkt óteljandi tímar til at umvæla bátarnar, koyra kappróðrarbátar til stevnur og hjálpa til við venjing.
Í neystinum hevur hann verið við hvørt einasta kvøld og stimað við á fjørðinum, har hann hevur deilt sítt innlit í kappróður við ungu rógvararnar.
“Kappróðrarhjartað í honum er GULT,” stendur í innstillingini frá NSÍ, og eldhugin hevur smittað á familjuna, har bæði synir og abbabørn hava verið virkin í róðri og nevndararbeiði.
Hóast hann nú er 80 ár, er kappróður framvegis ein stórur partur av lívi hansara. Seinastu árini hevur hann fylgt við róðrunum frammanfyri sjónvarpsskíggjanum, og enn brennur hann fyri ítróttini.
Gullnál ÍSF’s er ein viðurkenning av hesum eldhuga og ómetiliga arbeiði hansara fyri føroyskan kappróður.