Hanus Sørensen undirskrivað sáttmálan við NK Celje

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hanus Sørensen hevur nú skrivað undir sáttmálan við slovensku meistararnar NK Celje. Á heimasíðuni hjá felagnum verður váttað, at Hanus Sørensen hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi í hálvttriðja ár til summarið 2027. Hann fær loyvið at spæla fyri Celje 15. januar 2025.

Við heimasíðuna hjá NK Celje sigur Hanus Sørensen soleiðis:

– Eg føli meg væl. Eg eri endiliga her. Mín fyrsta fatan av býnum og landinum er góð, og eg kann bara tosa gott um mínar nýggju liðfelagar. Eg sá dystin móti Olimpija, síðan móti Betis og Primorje. Eg síggi, hvat fyri fótbólt venjarin vil spæla. Áleypandi við nógvari renning og trýsti á mótstøðuliðið. Conference League er ein eyka orsøk, og eg vóni, at vit klára at spæla okkum víðari, so eg kann hjálpa liðnum í vár.

Hanus Sørensen varð í ár fluttur mitt inn á miðjuna hjá HB, eftir at hava spælt høgri bakkur í fleiri ár, og hann sigur soleiðis, tá ið hann verður spurdur, hvar hann spælir á vøllinum spælir

– Í dag gongur tað soleiðis fyri seg, at um tú ikki kennir leikaran, leitar tú á transfermarkt. Tað passar, at eg í útgangsstøði eri høgri bakkur. Men í ár spældi eg sum miðvallari, har eg eisini havi spælt á landsliðnum. Eg spæli har, sum venjarin biðjur meg spæla. Eg havi góða tíð at fara í gongd við annan part av kappingarárinum væl fyrireikaður, og góða tíð at koma at kenna liðið og felagið. Eg vil gera alt fyri, at meistaraheitið verður verandi í Celje.


Á Facebook hevur TK Celje lagt hetta brotið við Hanusi Sørensen.