DAS Happadráttur handaði herfyri røktarheiminum á Mørkini eina nýggja venjingarmaskinu av slagnum NuStep, sum nú er vorðin ein virkin partur av gerandisdegnum hjá eldru borgarunum, sum búgva á heiminum ella ganga til venjing har.
– Vit eru ótrúliga glað fyri NuStep maskinuna. Hon verður nógv brúkt bæði av búfólkinum og eisini at øðrum borgarum, sum koma inn til venjingar, sigur Sarita Vesturdal Vesturtún terapeutiskur leiðari hjá VEKS.
– Gávan er partur av støðuga arbeiðinum hjá DAS, at betra um umstøðurnar hjá eldri borgarum bæði í Føroyum og í Íslandi, har felagið hevur sín heimstað, sigur Jana Jensen, umboð fyri DAS í Føroyum.
DAS varð sett á stovn í 1954, og er vælgerandi felag, ið letur nærum 50% av søluni út aftur sum vinningar. Yvirskotið fer fyrst og fremst til at betra umstøðurnar hjá eldri borgarum.
Í Føroyum samstarvar DAS við Ítróttavedding, og letur sostatt ein part til føroyskan ítrótt og føroyska mentan. Men nú føroyingar í alsamant størri mun spæla við í DAS, hevur felagið avgjørt, at lata enn meira aftur til Føroyar.
Fyrsta gávan er hetta venjingartólið til røktarheimið á Mørkini.