Leygardagin var eitt harðskapsmál á Áarvegnum í Havn, og løgreglan skal í dag kanna málið víðari fyri at vita, hvat er farið fram.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað kom áfast millum nakrar menn, og tveir teirra siga seg vera slignar.
Hesir báðir órættaðu, sum vóru saman, siga seg ikki kenna hinar menninar, og løgreglan veit heldur ikki, hvussu nógvar menn talan er um.
Tað er heldur ikki greitt, hvør orsøkin var til harðskapin, men løgreglan sigur, at hesir báðir órættaðu skulu avhoyrast í dag.
Eisini hevur løgreglan um vikuskiftið verið og kannað bilførarar fyri rúsdrekkakoyring, og úrslitið gjørdist, at tveir bilførarar vórðu tiknir í Havn fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, meðan ein bilførari varð tikin norðanfyri fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.