, ,

Harmast um út­lendska arbeiðs­megi í tóm­gongd

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Í Eysturoy frættist at eitt páfallandi tal á fólki sum eru komin til Føroya undir tí sonevndu fast-track skipanini fyri útlendska arbeiðsmegi, hava gingið fyri einki í longri tíð.

Hetta hendir hóast galdandi lógar- og regluverk ásetir greitt at útlendingar einans kunnu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum undir hesi skipan treytað av at teir fara av landinum aftur so skjótt teir ikki longur hava fulltíðar starv.

Á Útlendingastovuni viðgongur Sólva G. Dam deildarleiðari at viðgerðin av málum um afturtøku av arbeiðs- og uppihaldsloyvi kann taka upp í fleiri mánaðir, hóast meginreglan er at 14 dagar aftaná at ein persónur sum er komin til Føroyar undir fast-track skipanini ikki longur hevur arbeiði, skal viðkomandi aftur av landinum.

“Í hvørjum einstøkum føri má ein ítøkilig meting gerast,” viðmerkti Sólva G. Dam.

“Útgangspunktið er at tá ein persónur við arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir kunngerðini um snarviðgerð ikki longur er í starvi, so skal viðkomandi av landinum. Ein tilgongd við afturtøku av arbeiðs- og uppihaldsloyvi byrjar tá við hoyring, har vit fyrisitingarrættarliga hava skyldu til at geva viðkomandi persóni høvi at vátta ta broyting sum er hend í starvsviðurskiftunum hjá viðkomandi. Aftan á tað skal viðkomandi kunnast um hvør avgerð er tikin í málsviðgerðini og hvørja freist viðkomandi hevur til at fara av landinum. Hetta kann taka tíð. Eisini tí í summum førum kann persónurin náa at finna annað arbeiði áðrenn arbeiðs- og uppihaldsloyvið er afturtikið.”

Eitt annað sum sannlíkt kann vera við til at avskepla skipanina, er um arbeiðsgevarin drálar við ella letur heilt vera við at boða frá uppsøgnini.

Men um fast-trackarar uttan arbeiði í mánaðvís royna at lívbjarga sær og sínum við hjálp av at samla fløskur, arbeiða svart og hvørt av sínum, so virkar skipanin ikki eftir sínum endamáli, eins og fleiri hava víst á, teirra millum nevndarformaðurin í ALS.

Spurningurin er so um høvuðstrupulleikin liggur í Fiskavirkisskipanini hjá ALS, í lógarverkinum, ella í umsitingini av lógini umvegis Útlendingastovuna.

Undir Fiskavirkisskipanini kann ein persónur nevniliga eitast at arbeiða fulla tíð uttan tó at viðkomandi nýtast at arbeiða meira enn átta tímar um vikuna.