Harry Kane vunnið sítt fyrsta steyp – Bayern týskur meistari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Harry Kane hevur endiliga vunnið sítt fyrsta stóra meistaraheitið í fótbólti, eftir at Bayern München í dag tryggjaði sær týska meistaraheitið. Tað hendi, tá ið Bayer Leverkusen spældi javnt móti Freiburg, og nú kann Leverkusen ikki fáa Bayern aftur á stigatlavuni.

Harru Kane, sum er toppskjútti í Bundesliga annað ár á rað, hevur skotið 36 mál í øllum kappingum í ár. Hann kom til Bayern í 2023, men vann einki meistaraheiti fyrsta árið í týska felagnum.

Bayern spældi javnt 3-3 móti RB Leipzig leygardagin, eftir at hava verið aftanfyri 0-2 í hálvleikinum. Teir vendu dystinum við málum frá Eric Dier, Michael Olise og Leroy Sané, men Yussuf Poulsen javnaði í yvirtíðini. Kane sá dystin frá síðulinjuni, tí hann var leikbannaður.

Harry Kane hevur verið ein av mest málríkastu áleyparunum í Evropa í nógv ár. Men hóast stór persónlig avrik, so hevur hann ongantíð vunnið nakað steyp, hóast hann hevur verið í nøkur finalum við Tottenham og Onglandi.