,

Hátíðarhald fyri føroyskum sum annaðmál

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrsta skeiðið í føroyskum sum annaðmál á Glasir var liðugt her fyri jól. Hetta er eisini fyrsta skeiðið, síðan skipanin varð flutt á Glasir, og yvir 30 fólk hava lokið fyrsta skeiðið.

Í farnu viku varð skipað fyri samkomu á Glasi fyri skeiðsluttakarunum og teirra avvarðandi. Í eini hugnaligari samkomu í fyrrapartssólini handaði Annie Fjallsá, stjóri á Næmingatænastuni á Glasi, skeiðsváttanir til skeiðsluttakararnar. Alex Ocampo, lestrarvegleiðari á Glasi, helt røðu fyri at heiðra og fegnast um teirra avrik.

Á heimasíðuni hjá Glasi eru fleiri myndir frá samkomuni.