,

Há­tíðar­halda nýggja há­deild hjá Sankta Frans skúla

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Ímorgin kl. 15 verður alment hátíðarhald í nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla, boðar Tórshavnar Býráð frá.

Millum annað fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at halda røðu. Harumframt fer Súna Mørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini, at halda røðu. Eisini fer Aslaug Olsen, skúlastjóri, at bera fram eina heilsan, og hartil fara næmingar í hádeildini at syngja.

Aftaná er ein kaffimunnur við kaku afturvið, lovar býráðið.