– Hava eina trúgv uppá at skapa eitt gott úrslit

Skrivað

Sverri Egholm

Dagfesting

HB tekur í kvøld klokkan 19:45 ímóti Brøndby á Tórsvølli. Tað er mestsum útselt og Brøndby kemur við sterkastu uppstiling.

Talan er um ein dyst í øðrum umfari av Conference League, sum HB luttekur í, tí teir reyðu og svørtu gjørdust steypavinnarar í fjør.

Árni Gregersen tosaði við André Olsen, høvuðsvenjara hjá HB í útvarpstíðindunum á FM1 klokkan 12.

André Olsen, høvuðsvenjari hjá HB

FM1 sigur frá dystinum millum HB og Brøndby sum byrjar klokkan 19.45. Pætur Nolsøe er frásøgumaður og viðmerkjari Knút B. Johannesen.