Leygardagin verður hátíðarhald í miðbýnum í Havn, tá latið verður upp fyri Havnaránni á Vaglinum aftur.
Arbeiðið at lata Havnará upp aftur hevur staðið á í næstan eitt ár, og tað er J&K Petersen, ið hevur framt arbeiðið.
Býráðið samtykti at lata Havnará upp aftur í juni mánaði í fjør, og upprunaliga skuldi verkætlanin kosta um 12 milliónir krónur. Verkætlanin dýrkaði kortini nakað, og endaligi kostnaðurin fyri verkætlanina liggur um 14 milliónir krónur.