Havnarliðini deildu stigini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burn menn: Kyndil – Neistin 28-28 (14-14)

Tað var akkurát líka javnt, sum væntað, tá ið menninir hjá Kyndli og Neistanum møttust seinnapartin.

Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og sum oftast var eitt mál á muni ella javnt. Hálvleiksstøðan var 14-14.

Fyrst í seinna hálvleiki fór Neistin frá Kyndli, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki var Neistin stundum framman fyri við trimum málum.

So fór munurin at minka, og tá ið sjey minuttir vóru eftir, javnaði Kyndil til 26-26. Kyndil kom eisini fram um 27-26, áðrenn Neistin aftur legði seg fram um 28-27, tá ið tveir minuttir vóru eftir. Toppskjúttin hjá Kyndli Tobias Thiesen náddi tó at javna, tá ið 45 sekund vóru eftir, og so endaði javnt 28-28

Hjá Kyndli skoraði Tobias Thiesen 8 mál, og fyri Neistan skoraðu Lýðar í Dímun og Pauli Høj 6 mál hvør.

Dysturin á Handballstatz

Dómaraseðil á hsf.fo

Mynd: Skermmynd: live.hsf.fo

Stigatalva

DystirVunnin málTapt málMunurStig
VÍF61921623010
Kyndil719819179
StÍF6178164148
Neistin7175177-27
H71719719527
KÍF7173182-95
Team Klaksvík6150192-420
Kelda: hsf.fo