Tilflytingin til Havnar hevur gjøgnum tíðina virkað sum ein málslig bráðpanna og havt við sær eina málsliga blandskipan, sigur Hjalmar P. Petersen, málfrøðingur.
Greinin Dialektmiks illustreret med udtalen af /əu/ ó i Tórshavn er í hesum døgum prentað í Norsk Lingvistisk Tidskrift (nr. 42, 2024, bls. 153-176).
Her vísir málfrøðingurin Hjalmar P. Petersen við tilfari frá Ættarbandsskránni hvussu tilflyting til Havnar hevur skapt eina málsliga bráðpannu, við tí úrsliti at fólk í høvuðsstaðnum bera fram ó sum /ou/ (stórur) og /ø/, stórt. Hetta merkir at tey hava eina málsliga blandskipan.
Annað sum vísir at málførið í Havn er úrslitið av málførisblandi er at t í eta verður borið fram sum eda, og endingarsjálvljóðini í Havn stórt sætt eru hini somu sum í Suðuroy, greiðir Fróðskaparsetrið frá. “Hetta síðsta ger at kategoriin ‘tal’ er burtur í førum sum tann stóre bilurin: teir stóre bilarnir, og eg dømde: vit dømde. Slík einfaldan er typisk fyri blandað málføri.”
‘Pokurnar hava helst ávirkað’
Í 1709 kravdu herviligu pokurnar nógv mannalív í Føroyum, og fólkatalið í Havn rapaði úr 333 niður í 83. Stutt eftir hetta vórðu eini 100 fólk í Suðuroy flutt norðurum, tí hungursneyð valdaði har suðuri. Partur av teimum hava helst sett búgv í Havn, har so mong hús vóru manntóm eftir pokurnar.
Eivind Weihe, sáli, helt at hetta er grundin til at úttalan av endingarsjálvljóðunum -i og -u, sum nevnt omanfyri, er so lík í Suðuroy og í Havn.
Í grein síni brúkar Hjalmar P. Petersen Vágar sum kontrolløki, og har hevur ikki verið so umfatandi tilflyting. Tilflytarar eru fyri tað mesta komnir úr Norðurstreymoy og Eysturoy, og tey økini hoyra til sama dialektøki. Og í Vágum hevur málførið verið rættiliga støðugt frá síðst í 1700-talinum og fram til nú.