HB er nú nummar tvey

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin menn
B68 – HB 1-4 (1-2)

HB hevur ofta havt tað trupult móti B68 á útivølli, og HB hevur ofta havt tað trupult í Fuglafirði. Í dag hendi so tað sjáldsama, at HB spældi móti B68 á útivølli í Fuglafirði, tí graslíki á Svangskarði verður skift.

Tað var tó rímiliga lætt hjá HB at vinna í dag, eisini hóast Aron Reinert Hansen hjá B68 javnaði til 1-1 beint eftir, at Emil Grøn Pedersen hevði lagt HB fram um 1-0 í fyrra hálvleiki, tá ið júst sami Aron hevði gjørt ein stóran verjufeil.

HB kom eisini fram um 2-1 fyri hálvleik, tá ið væl leikandi Ási Dam setti bóltin í málið, eftir gott skjótt uppspæl vinstrumegin.

HB var sum heild betri stóran part av dystinum. Men B68 hevði eisini sínar løtur, og toftamenn vóru, sum so ofta, raskir og ágangandi, og góvu ongantíð HB frið á bóltinum.

Tað sýntist eisini at rigga rímiliga væl hjá B68, tí HB kom ikki til so øgiliga nógvar møguleikar. Men havnarmenn vóru effektivir í dag, og Tórður Thomsen í málinum hjá B68 hevði í veruleikanum bara eina ordiliga bjarging.

At HB lutvíst hevði eitt sindur trupult við at halda upp á bóltin, komst millum annað av, at teir vóru ov ótolnir og spældu ofta bóltin ov skjótt fram eftir í rúm, har B68 hevði nógv fólk. Nøkulunda soleiðis fór fyrsta korterið í seinna hálvleiki, tá ið B68 var við yvirlutan í spælinum.

Men so gav HB sær tíð at byggja eitt álop upp har afturi frá við at spæla bóltin frá síðu til síðu, og tá ið verjan hjá B68 var togað sundur, var ein bóltur sendur upp gjøgnum miðjuna til Jákup Thomsen, og nakað tilvildarliga umvegis eitt B68-bein endanði bólturin á einum silvurfatið fyri føturnar Dan í Soylu, sum bendi bóltin í ein bleytan boga upp í handara málhorn. Vakurt skot, og 3-1 til HB.

HB hevur so mikið góðar bóltspælarar, at teir eiga at tora at spæla bóltin meira móti veikaru liðunum, so at teir fáa toga tøttu verjurnar sundur og skapa veruliga góðar møguleikar. Tá er HB best, og tað er helst eisini tað, sum HB’arar elska at kalla HB-spæl.

Eftir 3-1 málið var dysturin avgjørdur. Men HB skoraði eitt mál afturat, tá ið Ási Dam trekti seg leysan høgru megin, og legði inn til Emil Grøn Pedersen, sum kom fram um verjuleikaran og gjørdi tað til 4-1.

Góða gongdin hjá André Olsen sum venjara í HB heldur fram, nú hevur hann eisini vunnið móti einum av liðunum í veikara endanum av kappingini. HB er fyribils nummar tvey í hvussu er til NSÍ í morgin spælir móti B36 í Havn.

Teir í B68 eru ógvuliga raskir, men ágangndi spælistílurin letur upp fyri nógvum plássið aftanfyri trýstið, og soleiðis var eisini í dag móti HB. Toftamenn eru tó framvegis leysir av niðurflytingarstríðnum, og tað skal gangast illa, um teir skulu enda í tí hetta kappingarárið.


Stigatalva Betrideildin menn

DVJTMFMMStig
11312104573837
2HB139133023728
3NSÍ1290351163527
4Víkingur136251713420
5B36126241917220
6EB/Streymur136251420-620
7B68134271630-1414
807 Vestur1321101525-107
9FC Suðuroy132011832-246
10TB131391042-326