HB er steypavinnari 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Finalan um Løgmanssteypið:
B36- HB 2-2 (1-1) (eftir brotsspark 5-6)

HB er steypavinnari hjá monnum í 2024. Brotssparkskapping mátti til at avgera dystin, og tá ið Ári Mohr Jónsson sendi seinasta brotsparkið í málið, var HB steypavinnari.

Um nakað lið skuldi vunnið ordiliga dystin ella umdystin, so skuldi tað helst verið HB, tí HB hevði munin í seinna hálvleiki og í umdystinum. Men tá ið komið verður so langt sum til brotssparkskapping, so kann B36 sjálvandi iðra seg, at teir ikki vunnu.

Talan var annars um eina undirhaldandi steypafinalu,sum var spæld í sonnum ódnarveðrið á Tórsvølli.

Finalan byrjaði við einum brakið longu í øðrum minutti. Bólturin endaði beint frammanfyri málið hjá B36, og tað sá eitt sindur løgið út. Møguliga ávirkaði vindurin, og endin var, at Sami Skytte fekk bóltin í málið. Og so var ballið byrjað.

B36 svaraði skjótt aftur, og tað sá út til at vera spurningur um tíð, so fór tað at geva úrslit. Í 13. minutti fekk B36 fríspark í góðari støðu, og Jann Benjaminsen gjørdi ikki mætari enn at hamra bóltin í vinstra málhorn.

Nú bylgjaði spælið aftur og fram. Eina løtu var HB í álopi og eina løtu B36.

Vindurin ávirkaði spælið nógv, og fleiri góðar støður uppstóðu eftir løgnar skeivar sendingar, har vindurin sá út til at ávirkað nógv. Eisini var sera trupult at fáa bóltin at liggja stillan við deyðbólststøður, og sum fyrri hálvleikur leið, varð tað meira og meira ivasamt, um tað var rætt at spæla ein so týðandi dyst í so vánaligum líkindum.

Tað sást eisin aftur í áskoðaratalinum, at veðrið var, sum tað var, og tað var heilt týðiligt, at fleiri høvdu valt at verið við hús, hóast tey høvdu atgongumerkið. Sum dysturin leið, minkaði áskoðaratalið eisini rímiliga nógv. Tað var helst fjálgari at fara heima at seta seg í sofuna framman fyri sjónvarpið.

Seinni hálvleikur gjørdist eitt langt HB-álop. Vindurin minkaði nakað, og um tað bar til at tosa um undanvind, so var tað nokk til fyrimuns fyri HB.

Tað var tó B36, sum kom á steypavinnarakós, tá ið tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

Eftir eina vandamikla støðu framman fyri málið hjá HB, varð bólturin sendur út frá. Har hamraði Hannes Agnarsson bóltin móti málinum, og umvegis ein verjuleikara hjá HB, lumpaði skotið Teit Gestsson í málinum hjá HB, og so var 2-1 til B36.

So yvirtók HB fullkomiliga. Tað sá eisini út til, at innskiftingarnar hjá HB gjørdi betri mun, enn tær hjá B36. Millum annað vóru Ári Mohr Jónsson, Leivur Guttesen og Ási Dam við at mynda restina av finaluni. Tað sá eisini út til, at HB hevði meira orku enn grannarnir.

Støðuga trýstið gav eisini úrslit. Seks minuttir vóru eftir, tá ið enn ein bóltur var komin innfyri málið hjá B36. Bólturin endaði hjá Ára Mohr Jónssen, sum fekk snara sær, og so var 2-2.

HB hevði bóltin í málinum einaferð afturat, men Mikkel Dahl var rangstaddur.

Í umdystinum hendi, sum vanligt, ikki tað stóra. HB var omaná, men tað var ongantíð til veruligar málmøguleikar.

Brotssparkskappingin lagaði seg soleiðis, at Leivur Guttesen var fyrstur at brenna fyri HB. Men tá ið bæði Símun Sólheim og Jelle van der Heyden eisini brendu fyri B36, skoraði Ári Mohr Jónsson avgerandi brotssparkið, og HB var steypavinnari 2024.

Árið hjá HB er bjargað, og fleiri evropeiskir pengar koma í kassan hjá Havnar Bóltfelag.

Fyri B36 kundi steypafinalan havt bjargað einum misseyndaðum kappingarárið, har felagið ætlaði at bjóða av í stríðnum um meistaraheitið. Tað var ongantíð nær við, og tapta steypafinalan merkir, at B36 ikki verður við í evropeiskum fótbólti næsta ár. Tað fer sjálvandi eisini at merkjast í kassanum,at eingir evropeiskir pengar koma í hann.

HB er steypaliðið av øllum liðum í Føroyum, og hetta var 30. ferð, at HB vinnur steypakappingina.

FM1 ynskir HB hjartaliga til lukku við Løgmanssteypinum.

_____________________

Finalan um Løgmanssteypið:
B36- HB 2-2 (1-1) (eftir brotsspark 5-6)

0-1, 2. minutti, Sammy Skytte
1-1, 13. minutti, Jann Benjaminsen
2-1, 56. minutti, Hannes Agnarsson
2-2, 84. minutti, Ári Mohr Jónsson

Brotssparkskapping:

3-2 Jann Benjaminsen skorar fyri B36
3-3 Viljormur Davidsen skorar fyri HB
4-3 Andrass Johansen skorar fyri B36
4-3 Leivur Guttesen brennur fyri HB
4-3 Símun Sólheim brennur fyri B36
4-4 Mikkel Dahl skorar fyri HB
4-4 Jelle van der Heyden brennur fyri B36
4-5 Noah Mneney skorar fyri HB
5-5 Thomas Lilo skorar fyri B36
5-6 Ári Mohr Jónsson skorar fyri B36

Dysturin á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
Samandráttur á Televarpinum