HB skal spæla móti Brøndby í Conference League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Lutakastið til 2. umfar í UEFA Confernce League hjá HB lagaði seg soleiðis, at HB skal spæla móti Brøndby úr Danmark.

Harvið fekk HB eitt trupult lutakast.

Dystirnir verða spældir 24.- og 31. juli.

Greit er eisini, at um KÍ spælir seg víðari móti finsku SJK, so skulu teir spæla móti FK Radnicki úr Serbia í 2. umfari.

Spælir NSÍ seg víðari móti finsku HJK skulu teir spæla móti PFC Arda úr Bulgaria í 2. umfari.


Lutakastið var á høvuðssætinum hjá UEFA í Nyon í Sveis í dag.