Betrideildin menn
KÍ – HB 0-0 (0-0)
KÍ hevði bóltin mest á Djúpumýru, meðan HB vardi allan fyrra hálvleik.
Kortini stóð liðið hjá HB so mikið væl á vøllinum, at KÍ ongantíð megnaði at spæla seg til nakran møguleika í opnum spæli. Eitt, sum riggaði serliga væl hjá HB, var at halda Árni Fredriksberg frá at ávirka spælið við góðum innleggum og sendingum.
Tí var einastu ferðirnar at vandi var á ferð, var tá ið Árni Frederiksberg sendi sínar vandamiklu deyðbóltar inn fyri málið. Men veruliga vandamikið varð tað ongantíð, og her kann nevnast, at HB slapp undan teimum sera vandamiklu hornaspørkunum úr høgru síðu, tí øll komu vinstru megin.
HB hevði sera trupult við at fáa nakað sum helst spæl at hanga saman. Teir royndu nakrar ferðir at spæla út frá málinum, men KÍ megnaði nærum altíð at vinna bóltin beinanvegin. Líka so væl sum HB stóð á vøllinum, líka so illa gekst at spæla bóltin saman.
Hinvegin var nakrar heilt fáa ferðir eitt lítið sindur vandamikið, tá ið HB leyp uppspælið um, og sendi langar bóltar fram eftir.
Bóltspælið hjá KÍ var eins trygt og tað plagar at vera. HB royndi nakrar ferðir at trýsta høgt. Men eins og hjá B36 seinasta umfar, so megnaði KÍ altíð lættliga at spæla seg úr trystinum. Leikararnir hjá KÍ eru heilt einfalt ov bólttryggir til, at nakað føroyskt lið megnar at leggja trýst á teir.
Soleiðis fór ein heldur lítið áhugaverdur fyrri hálvleikur við so at siga ongum málmøguleikum.
Fyri HB kom tað eisini illa við, at liðformaðurin Viljormur Davidsen mátti av vøllinum við skaða beint fyri hálvleik, serliga tá ið hugsað verður um, at hin fasti miðverjin Bartal Wardum, eisini var úti við skaða. Inn kom toftamaðurin, Áki Johannseen, sum spakuliga fær fleiri og fleiri minuttir í HB, og hann spældi væl.
Í hálvleikinum kom Patrik Johannesen inn fyri Hall Hansson hjá KÍ. Helst onkur smáskaði, tí Hallur var eyðsýndur á miðvøllinum fyri steðgin.
Um tað var útskiftingin av Halli, sum ávirkaði er ilt at siga, tí nú riggaði hjá HB at trýsta KÍ, og HB hevði hesa løtuna tvey av teimum vandamiklastu álopunum higartil í dystinum. Eitt endaði við, at Ási Dam kom til skot og eitt endaði við einari skeivari sending innfyri.
Dysturin fór tó spakuliga at líkjast sær sjálvum aftur. KÍ hevði spælið, og millum annað hevði Jákup Andreasen eitt hart skot beint á Bjarta Mørk í málinum hjá HB.
Tað var sum opnaði dysturin seg meira í seinna hálvleiki. HB-ararnir tyktust troyttir, og KÍ gjørdist meira ágangandi. Páll Klettskarð skallaði upp um og Patrik Johannesen skeyt við síðuna av. Tað tyktist sum KÍ nærkaðist einum máli.
Trýstið hjá KÍ tók tó av, og nú fóru viðhaldsfólkini hjá HB at lukta eitt stig móti nógv besta liðinum í landinum. Heimaáskoðararnir svaraðu aftur, og tað var stuttligt at vera til fótbólt á Djúpumýru hesa løtuna.
KÍ fekk ein rimmar møguleika tveir minuttir fyri tíð. Teir spældu seg hegnisliga leysar mitt á miðjuni, tá ið Noah Mneney royndi at fara fram í eina takkling. Endin var at Patrik spældi Árna Fredriksberg heilt leysan, men Bjarti Mørk náddi fram at steingja vinkulin og bjargaði.
HB megnaði aftur at taka stig frá KÍ og vísti øllum at ber til um formurin og taktikkurin er góður. André Olsen hevur framvegis ongan dyst tapt sum venjari hjá HB, og nú ræður um, hjá honum og HB at byggja upp á verandi støðu til komandi ár, so sigursvanda og mest vinnandi felagið í Føroyum veruliga kann bjóða KÍ av í kappingini um meistaraheitið.
KÍ er átta stig frammanfyri HB og hevur spælt ein dyst færri, so í ár ger eingin nakað við KÍ, sum er nógv besta liðið í landinum.