Betrideildin menn
HB – 07 Vestur 3-0 (0-0)
Hóast HB hevði bóltin mest, so var 07 Vestur ikki komið til Havnar at verja. Tað er eisini lætt at skilja, tí vágamenn hava brúk fyri nógvum stigum, um teir skulu av niðasta plássinum, upp um niðurflytingarstrikuna.
07 hevði eisini tann fyrsta stóra møguleikan, tá ið rangstøðufellan hjá HB kiksaði, og Lucas Gardar fekk ein risa stóran møguleika, men Bjarti Mørk bjargaði. Eisini hevði 07 onkran annan rímiligan møguleika.
Sum fyrri hálvleikur leið yvirtók HB alt spælið, men hevði kortini heldur torført við at koma til møguleikar.
Nakrar ferðir vóru havnarmenn rangstaddir í skjótum mótálopum, og tey mongu innleggini, sum HB legði inn fyri, hevði 07 Vestur ikki stórvegis trupulleikar við at rudda burtur.
Seinni hálvleikur var bert fáar minuttir gamal, tá ið HB legði seg fram um. Júst innskifti Mathias Voss, stendi ein langan bólt fram eftir úr høgru síðu, rangstøðufellan hjá 07 Vestur misseydnaðist, og so kundi Jákup Thomsen lyfta bóltin upp um Ara Petersen í málinum hjá 07.
Nakrar minuttir seinni avgjørdi HB dystin. Hesaferð sendi Heðin Hansen ein langan bólt fram eftir í høgru síðu, og har megnaði Emil Grønn Pedersen at reka seg í skotstøðu, og úr nakað spíðskum vinkli sendi hann bóltin flatt í málið inn við handaru stong.
Nú hevði 07 Vestur bóltin nógv, og tað gav HB fleiri møguleikar til skjót mótálop, men framvegis var tað nærum hvøjra ferð rangstøða.
Dysturin var spakur seinastu løtuna. HB spaseraði sigurin heim, og megnaði enntá at skora eitt mál afturat, tá ið Emil Grønn Pedersen gjørdi tað til 3-0, eftir gott forarbeiði av Mathias Voss og Sammy Skytte. Eisini megnaði HB fyri fyrstu ferð síðan fyrsta dyst undir André Olsen halda “nullið.”
Hóast HB ikki spælda nakran super dyst dyst, so megnaði 07 bara eina lítla løtu í fyrra hálvleiki at hótta HB.
Í 07 Vestri sær heilt einfalt út til, at tey eru um at fella í fátt, bæði á vøllinum og uttanfyri. Í dag var tað tiltikna rópi- og trummukórið ikki so frægt sum komið við til Havnar at heppa sínar menn í neyðini.
Betrideildin menn
HB – 07 Vestur 2-0 (0-0)
1-0 Jákup Thomsen (49. min)
2-0 Emil Grønn Pedersen (59. min)
3-0 Emil Grønn Pedersen (92. min)