HB-kvinnur sendu føroyameistaran úr steypakappingini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini í fótbólti hjá kvinnum eru leiktar í kvøld.

Tann stóri dysturin var við Løkin í Runavík millum føroyameistararnar úr NSÍ og HB, sum hevur staðið seg væl í landskappingini í ár.

Einki mál kom í dystinum og heldur einki í umdystinum. So mátti brotssparkskapping til at avgera dystin, og tá vann HB.

Í hinum fjórðingsfinalunum vóru úrslitini hesi. Víkingur vann 3-0 móti B36, Skála vann 6-2 móti 07 Vestur og KÍ vann sum væntað lættliga 9-0 móti FC Hoyvík.

Hálvfinalurnar verða spældar 3. septembur og 14. septembur. Meðan finalan er á Tórsvølli 27. septembur.

Mynd: HB