Heðin misti útvið 1500 atkvøður

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Stóri atkvøðuslúkurin í Tórshavnar kommunu seinnu árini, borgarstjórin Heðin Mortensen, gekk nógv aftur á kommunuvalinum í gjár.

Tá ið liðugt var at telja upp, hevði Heðin Mortensen fingið 789 atkvøður. Tað eru 1492 atkvøður færri enn við kommunuvalið í 2020, tá ið hann fekk 2284 atkvøður,

Verður atkvøðutalið hjá Heðini Mortensen gjørt upp í prosentum, sæst at hann hesaferð fekk 5,85 prosent av samlaða atkvøðutalinum í kommununi samanborið við 17,35 prosent seinast. Tað merkir, at Heðin Mortesen misti umleið tvær av trimum atkvøðum.


Tað vóru, sum væntað, stórar broytingar á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu í gjár, og seks listar fingu millum ein og fýra býráðslimir.

Tjóðveldi fekk flestar limir í býráðið, og Elsa Berg úr Tjóðveldi fekk við 1007 atkvøðum flestar atkvøður í størstu kommunu í landinum.

Tá ið liðugt var at telja, og úrslitið var greitt, varð telvað um politiska valdið fyri opnum skermi í sjónvarpinum. At enda fóru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fyri seg sjálvan at samráðast víðari, og sum skilst hava flokkarnir samráðst um nýggja samgongu í nátt.

Valúrslitið í Tórshavnar kommunu

FlokkurAtkvøður%Vald
A. Fólkaflokkurin189914,12
B. Sambandsflokkurin13159,81
C. Javnaðarflokkurin246318,33
E. Tjóðveldi342725,44
F. Framsókn6925,10
I. Borgaralistin11568,61
H. Miðflokkurin2471,80
K. Kommunulistin228316,92
Atkvøður13482
Valrætt/Vallutøka1703779,6
Blankar/Ógild. 37/34