Barnabati hevur sett Hedvig Johansdóttir Høgnesen sum nýggjan aðalskrivara frá 1. mars 2025. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og cand.pæd.psyk og er við at enda sín magistara í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði.
Seinastu 15 árini hevur Hedvig starvast á Dugna, fyrst sum deildarleiðari og seinastu 10 árini sum stjóri. Við sínum drúgvu royndum verður hon mett at vera rætti persónurin at leiða Barnabata framyvir.
Turið Horn, forkvinna í Barnabata, sigur:
– Við sínum royndum og persónligu dygdum er Hedvig rætti persónurin at menna felagsskapin. Vit gleða okkum til samstarvið og ynskja henni hjartaliga tillukku.”
Hedvig tekur yvir eftir Djóna Eidesgaard, sum var aðalskrivari í 11 ár.