Annan mánaðin á rað hevur Heidi Sevdal úr NSÍ vunnið heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum.
Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu kvinnudeildini, ið atkvøða, og tá ið talt var saman fyri mai mánað, hevði toppskjúttin fingið flestar atkvøður.
Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Sara Benjaminsen hjá Skála, Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi og Teresa Jacobsen úr HB.
Tað var formaðurin í NSÍ, Karstin Joensen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Heidi Sevdal prógvið upp á, at hon var best í farna mánað. Fyri heiðurin fekk hon eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF.