,

Heidi og Atli ársins leikarar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ársins leikari hjá kvinnum í 2024 er Heidi Sevdal, sum eisini er ársins toppskjútti og ársins áleypari. 

35 ára gamla Heidi Sevdal skoraði í ár 33 mál í 20 dystum í Betrideildini við kvinnum. Hetta er fjórðu ferð á rað og ellindu ferð í alt, at Heidi Sevdal er toppskjútti í bestu deildini hjá kvinnum. 

Heidi Sevdal hevur spælt við fleiri feløgum. Men seinnu árini hevur hon spælt í heimbygdini við endurstovnaða kvinnuliðnum hjá NSÍ, sum í ár gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð. 

Eftir seinasta dystin boðaði Heidi Sevdal í ítróttasendingini 3-2 frá, at tað er 90% vísti at hon gevst at spæla fótbólt á hægsta stigi. Livst so spyrst. 

Samanlagt hevur Heidi Sevdal skotið 384 mál í 311 dystum í bestu deildini við kvinnum. 

Jákup Olaf Johannesen, stjóri í Kramm, handaði Heidi Sevdal steyp fyri at vera ársinis leikari hjá kvinnum. 


Púra óvæntað gjørdist fyribils hjálparvenjarin á landsliðnum og liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen ársins leikari hjá monnum. 

Hóast hann er vorðin 42 ára gamal megnar hann við sínum klóka spælistíli framvegis at fylgja við ungu monnunum. Hann stýrir, leiðir og inspirerar teir ungu rundan um seg, og hann dugir eisini sera væl at úttala seg í miðlunum. 

Atli Gregersen spældi fyrstu dystirnar í bestu deildini fyri GÍ í 2004, og síðan 2008 hevur hann verið ein av ímyndunum av Víkingi.  

Samanlagt hevur hann spælt 452 dystir í bestu deildini, og tað er bara Fróði Benjaminsen, sum við 502 dystum hevur spælt fleiri. 

Niels Mortensen nevndarformaður í Atlantic Airways handaði Atla Gregersen steyp.