Ársins áleypari hjá kvinnum varð Heidi Sevdal úr NSÍ, sum eisini varð toppskjútti í Betrideildini hjá kvinnum við 33 málum.
Heidi Sevdal tók móti steypið, sum Tryggingarfelagið Lív hevur latið. Jan Jakobsen stjóri í Lív handaði steypið.
Ársins áleypari hjá monnum er Páll Klettskarð. Hann skoraði 23 mál fyri KÍ, og var greiður toppskjútti í Betrideildini hjá monnum.
Kristoffur Vidfeldt handaði Pálli Klettskarð steyp, sum Giljanes Bussar hevur latið.