,

Heidi og Páll ársins toppskjúttar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Toppskjúttarnir í Betrideildunum hjá kvinnum og monnum vóru ávikavíst, Heidi Sevdal úr NSÍ og Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ. 


35 ára gamla Heidi Sevdal skoraði í ár 33 mál í 20 dystum í Betrideildini við kvinnum. Hetta er fjórðu ferð á rað og ellindu ferð samnalagt, at Heidi Sevdal er toppskjútti í bestu deildini hjá kvinnum. 

Heidi Sevdal hevur spælt við fleiri feløgum. Men seinnu árini hevur hon spælt í heimbygdini við endurstovnaða kvinnuliðnum hjá NSÍ, sum í ár gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð. 

Eftir seinasta dystin boðaði Heidi Sevdal í ítróttasendingini 3-2 frá, at hon 90 prosent víst gevst at spæla fótbólt á hægsta stigi. Livst so spyrst! 

Samanlagt hevur Heidi Sevdal skotið 384 mál í 311 dystum í bestu deildini við kvinnum. 

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu lat Heidi Sevdal steyp fyri heiðurin Ársins toppskjútti. 


34 ára gamli Páll Klettskarð skoraði 23 mál í 27 dystum og var langt fremstur á toppskjúttaralistanum í Betrideildini við monnum.  

Hóast Páll Klettskarð regluliga hevur verið ovarliga á toppskjúttaralistanum, so hevur hann bert eina ferð áður verið toppskjútti. Tað var í 2012, tá ið hann deildi heiðurin við Clayton Do Nascimento úr ÍF. 

Serliga hesi seinnu árini, tá ið KÍ hevur verið fremsta lið í Føroyum, hevur ligið væl fyri hjá Pálli Klettskarð at skora mál, og tað hevur verið stórt samtaluevni millum fótbóltsáhugaði, at hann ikki hevur verið tikin út til landsliðið. 

Fyrr í vikuni varð Páll Klettskarð so endiliga aftur á landsliðnum, tá ið fyribils landsliðsvenjarin, Eyðun Klakkstein valdi sín fyrsta landsliðshóp. 

Samanlagt hevur Páll Klettskarð skotið 206 mál í 353 dystum í bestu deildini við monnum.  

Jógvan Hansen handaði Pálli Klettskarð steyp, sum JFK hevur latið.