

Heidi Sevdal: Vit fáa keðilig mál ímóti okkum og eru ikki nóg vandamiklar
04.06.2024Hoyr frásøgukvinnuna, Jónu Nicolajsen og viðmerkjaran, Frankie Jensen siga frá báðum málunum Grikkaland skoraði ímóti føroyska kvinnulandsliðnum í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli. Hoyr Frankie taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Jóna gjørdi við Jensu Tórálvsdóttir, ið er vónbrotin aftaná dystin, og samrøðuna Jóna gjørdi við Heidi Sevdal, ið staðfestir, at Føroyar fingu tvey keðilig mál ímóti sær og megnaðu ikki vera nóg vandamiklar í hinum endanum av vøllinum.















