Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur kunngjørt kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi í 2025. Heildarkvotan fyri gulllaks í ár er sett til 13.700 tons.
Eigarar av fiskiførum, sum í 2024 høvdu rætt til egna árskvotu av gulllaksi, ella teir, ið hava yvirtikið hendan rætt, kunnu søkja um loyvi hjá Vørn at fiska gulllaks. Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað, sum er at finna á heimasíðuni hjá Vørn.
Hjáveiðan av toski, hýsu, upsa og kongafiski kann í mesta lagi vera 5% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli, meðan hjáveiðan av øðrum fiskasløgum ikki má fara upp um 15%. Undantikið er svartkjaftur, har hjáveiðan kann vera upp til 35% av samlaðu veiðuni fyri túrin.
Tað er ikki loyvt at nýta trol við meskum smærri enn 70 mm í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi. Loyvt er tó at brúka dupultan posa, har meskastøddin á uttara posanum er minst 140 mm. Til ber eisini at brúka gjarðir ella rundstroppar við ávísum treytum.
Fiskiførini hava skyldu at fylgja fleiri fráboðanartreytum til Vørn, harímillum at boða frá, tá ið fiskiskapur byrjar og endar, og at senda dagligar veiðifráboðanir. Harafturat kunnu fiskiførini verða áløgd at taka sýn av veiðuni og at gera kanningar av stødd, vekt og dygd.
Kunngerðin kom í gildi dagin eftir, at hon var kunngjørd, og er galdandi til 1. januar 2026.