Heimasíða gjørd í sambandi við EM-endaspælið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku hondbóltskvinnurnar eru við í EM-endaspælinum, sum verður spælt í Sveis í døgunum 28. novembur til 15. desembur.

Í tí sambandi hava stuðlarnir Føroya Banki, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line gjørt eina serstaka fjepparasíðu, sum verður brúkt til kunning í sambandi við dystirnar. Heimasíðan er á basel.fo.

Ætlanin er at skipa fyri umhitingartiltøkum í Basel, har Føroyar skulu spæla sínar dystir. Upphitingartiløkini verða tætt við høllina, har Føroyar spæla sínar dystir. Nærri kunning um upphiting og staðseting kemur seinni.

Eisini verða t-shirtir seldir, sum eru gjørdar til endamálið, og peningurin fer til Í menniskjum góður tokki, sum er jólahjálp til fíggjarliga sperdar barnafamiljur. Hesar t-shirtir kunnu keypast á heimasíðuni basel.fo.

Dystarskráin hjá Føroyum er hendan:

  • Sveis og Føroyar spæla 29. novembur kl. 17.00 føroyska tíð
  • Kroatia og Føroyar spæla 1. desembur kl. 14.30 føroyska tíð
  • Føroyar og Danmark spæla 3. desembur kl. 14.00 føroyska tíð

Mynd: Andrei Antal