Undan kappingarárini 2019-20 hevði Liverpool nøkur misjøvn úrslit í venjingardystunum. Liverpool vann sum væntað á Tranmere Rovers, Bradford City og Blackburn Rovers umframt Olympique Lyon, men tapti fyri Borussia Dortmund, Sevilla og Napoli. Eisini spældi Liverpool javnt ímóti Sporting Lissabon.
Tá Premier League byrjaði var kortini ongin kapping, tí Liverpool skúgvaði alla mótstøðu til viks. Tað var ikki fyrr enn í 28. umfarinum, at Watford vann 3-0. Undan dystinum hevði Liverpool savnað 79 stig av 81 møguligum, tá bara Manchester United hevði megnað at tikið stig frá Liverpool. Seinastu 10 dystirnar tapti Liverpool 2 og spældi 2 javnleikir. Endin varð, at Liverpool hevði 99 stig fyri 38 dystir. Manchester City vann 100 stig tvey ár frammanundan.
Liverpool setti sjálvandi fyri met, harímillum flestar heimasigrar á rað (24 og tá vóru 7 fluttir frá undanfarna kappingarári) og størsta stigmunin nakrantíð (25 stig niður til tveyaran). Somuleiðis javnaði Liverpool metið fyri flestar Premier League sigrar sama kappingarár (32 sigrar) og flestar heimasigrar (18 dystir). Ósigraða gongdin endaði á 44 dystum á rað, har Arsenal hevði eina ósigraða røð av dystum á 49 frá mai 2003 til oktober 2004.
Fleiri vilja vera við, at bólturin verður sogin í mál, tá Liverpool spælir ímóti endanum, har The Kop búleikast og Liverpool var ósigrað á heimavølli triðja kappingarárið á rað. Undir leiðslu av týskaranum Jürgen Klopp hevði Liverpool steðgað oyðimarkargongdini frá 1989-90.