Bogi Simonsen var í dag heimildarmaður hjá FM1 til sjáldsama dystin B36-07 Vestur 4-4 (3-3). Bogi sigur seg ongantíð áður hava upplivað, at B36 fýra ferðir er komið afturum í einum dysti í Gundadali, og hevur megnað at javna fýra ferðir. Bogi tekur eisini hjartaliga synd í B36-málverjanum, Silasi Eyðsteinssyni sum hevði ein óhepnan leiklut í trimum málum hjá 07 Vestur í dag.
