Heimsins elsta fólk sambært Guinness World Records, japanska kvinnan Tomiko Itooka, er deyð. Tað skrivar AP.
Tomko Itooka, sum var 116 ára gomul, doyði 29. desembur á einum røktarheimi í Ashiya.
Hon varð fødd tann 23. mai í 1908. Hon gjørdist heimsins elsta fólk í fjør, tá ið 117 ára gamla Maria Branyas úr Spania andaðist.
Tomiko Itooka var í sínum ungu døgum flogbóltsleikari og klintraði 3.067 metra høga fjalli Ontake tvær ferðir.
Tomiko Itooka giftist, tá hon var 20 ár, og undir seinna heimsbardaga stjórnaði hon skrivstovuni á klædnaverksmiðjuni hjá manninum. Hon búði einsamøll í Nara eftir, at maður hennara doyði í 1979. Eftir hana eru ein sonur, ein dóttir og fimm abbabørnum.
Heimsins elsta fólk er nú tann 116 ára gamla brasilska nunnan, Inah Canabarro Lucas, ið var fødd 16 dagar seinni enn Tomiko Itooka.