Heimskendur hvalur sæst nú við Áir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Skølturin av hvalinum, sum í 2013 gjørdist heimskendur, tá ið hann sprongdist á Hvalastøðini við Áir er nú settur upp á Planinunum, skamt frá har hvalurin gjørdist gjørdist víðagitin. Tað skrivar Tjóðsavnið.

Í 2013 svumu fimm avgustar inn í Sundalagið norðan fyri Brúnna um Streymin, og bert tríggir megnaðu at svimja út aftur.

Ein teirra endaði á landi við Áir, har lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen varisliga setti hol á deyða hvalin Ólukkutíð sprongdist hvalurin, og blóð og garnar vórðu slongd út við øgiligari megi. Tíbetur stóð eingin fyri.

Alt var tikið upp, og filmsbrotið av hendingini, sum sæst niðanfyri, gjørdist heimskent og er í dag sæð 8,5 milliónir ferðir á YouTube.

Beinagrindin av hvalinum varð síðan goymd í Kaldbak, og tá ið Hvalastøðin skuldi fyrireikast til summarið 2025, varð avgjørt at sýna skøltin fram.

Tjóðsavnið fekk sveisað rimaverk frá RS Service, og Herdis H. Jacobsen stoypti eftirgjørdar tenn. Av vanda fyri stuldri, og av tí at skal skølturin standa uttandura, er frægast at tenninar ikki eru tær natúrligu.

Tað tók nakað av tíð at seta hetta sermerkta putlispælið saman. Men tá ið arbeiðið var liðugt, varð skølturin koyrdur norður á Áir.

Har kunnu øll vitjandi nú síggja hendan sjónliga minnisvarðan um seinasta stórhvalin, sum varð skorin upp við Áir.