,

Heimsmeistari slapp undan gulag

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Fritz Walter og bróðirin, Ottmar, sum spældi sum miðframherji, vóru stjørnurnar hjá Kaiseralautern síðst í 1940-árunum og í 1950-árunum. Saman gjørdust teir HM-vinnarar, tá Týskland heilt óvæntað eftir sigur ímóti Ungarn gjørdist heimsmeistari í 1954.

Tann 31. oktober 1920 varð úrmælingurin hjá Vesturtýsklandi og 1. FC Kaiserslautern føddur. Fritz Walter spældi alla fótbóltslívsleiðina við heimbýarfelagnum. Sum 17 ára gamalur spældi hann fyrsta dystin á besta liðnum og í 1940 skoraði hann hattrick í fyrsta landsdystinum á yndisplássinum sum vinstri innari vongur, tá Týskland vann 9-2 á Rumenia, men seinni heimsbardagi tók nógv ár burturav.

Fritz Walter varð innkallaður til hertænastu undir seinna heimsbardaga, har hann var fallskíggjahermaður og tá Týskland tapti kríggið, endaði hann sum krígsfangi í Ungarn. Í 1945 byrjaði sigursharrin Sovjetsamveldið aftur at flyta týskar krígsfangar til fangalegur, sokallaðar Gulag, sum var ein russisk revsiskipan og arbeiðslega, har væntaði miðal livialdurin var styttri enn 5 ár. Lagnan lagaði tað soleiðis, at ein hvassoygdur ungarskur fangavørður, sum hevði sæð hann spælt,  kendi hann aftur og segði hann vera eysturríkara. Soleiðis slapp hann undan gulag, har deyðin var vísur.

Fótbóltsspælið varð uppafturtikið í 1945 og stutt eftir førdi Walter liðið til fleiri stór steyp, har liðið vann meistaraheitið í 1951 og 1953. Størsta løtan var hóast alt saman við vesturtýska landsliðnum, tá ið hann var liðskipari, tá Vesturtýskland vann 3-2 á Ungarn og tryggjaði fyrsta HM-heitið í 1954. Finalan verður rópt Undrið í Bern, tí Ungarn førdi 2-0 eftir 8 minuttir, men tað eydnaðist kortini Vesturtýsklandi at vinna 3-2. Grundarlagið fyri góðu úrslitunum var lagt.

Tann 23. mai 1954 vann Hannover 96 týska meistaraheitið á øðrum sinni, tá teir vunnu 5-1 á 1. FC Kaiserslautern. Og teir vunnu orsakað av einum lítlum fyrimuni í fótbúnaði. Áðrenn dystin fingu átta av teimum ellivu, sum byrjaðu dystin fyri Hannover 96, nýggjar Puma gaggur við serligum eginleikum – skrúvuknubbum. Puma hevði ment tøknibúnaðin gjøgnum fleiri ár og høvdu sent nýggja gagguslagið “Super Atom” á marknaðin í 1951.

Tá 1. FC Kaiserslautern vann vesturtýska meistaraheitið í 1953, høvdu sjey av leikarunum Super Atom gaggur. Men í 1954 hevði Puma ment eitt betri gagguslag kallað “Brasil” og Hannover 96 valdi beinanvegin at brúka nýggju gaggurnar. Vesturtýskland gjørdi sær eisini dælt av “Brasil” undir HM 1954, tá liðið vann finaluna á Ungarn. Vøllurin var vátur og tað regnaði. Vesturtýskararnir kundu skifta knubbarnir í steðginum, meðan ungarski málmaðurin, Gyula Grosics, gleið, tá Helmut Rahn skoraði vesturtýska sigursmálið.

Hann var upprunaliga givin á landsliðnum, men vesturtýski landsliðsvenjarin, Sepp Herberger, fekk yvirtalað 37 ára gamla Walter at spæla við undir HM 1958, har Týskland tapti 1-3 fyri Svøríki í hálvfinaluni. Ein skaði, sum hann fekk undir sama dysti, gjørdi enda á fótbóltslívsleiðini í 1959. Kortini royndi vesturtýski landsliðsvenjarin aftur at yvirtala Fritz Walter at koma við til HM 1962 – sum leikari – men 41 ára gamli Walter bar seg undan.

Hóast spælsteðgin undir seinna heimsbardaga spældi Fritz Walter 61 landsdystir millum 1940 og 1958, har hann skoraði 33 mál. Tilsamans skoraði hann 295 landskappingarmál í 367 dystum. Tá UEFA, sum fyrireiking til 50 ára hátíðarhaldið í 2004, spurdi øll limalondini um besta leikaran – Gyltu leikararnar – í teimum undanfarnu 50 árunum, valdi Týskland Fritz Walter. Hann var brynjaður við einari sjáldsamari samanseting av góðum bóltførleika, yvirblikki og fimi.

Í 1985 navngav 1. FC Kaiserslautern leikvøllin eftir honum, tá hann fylti 65 ár. Hann andaðist 81 ára gamalur tann 17. juni 2002.