Tú lurtar eftir

Heini Hátún: Gongst sum ætlað so letur nýggja sjósavnið upp í 2028

03.07.2024

Á heysti í fjør frættist, at fyrireikingar til at byggja nýtt sjósavn á Argjum vóru byrjaðar. Sjósavnið skal byggjast í økinum, har verandi sjósavn er.  Nýggi bygningurin fer at vera 2.000 fermetrar til støddar, og samlaði kapasiteturin av øllum akvarium verður um 700 tons, har ætlanin er, at í sjálvum hjartanum í verkætlanini verður eitt akvarium, ið tekur 600 tons av vatni. Stjórin í Føroya Sjósavn, Heini Hátún, sigur, at eitt nútímans sjósavn er upplagt at hava í Føroyum. Danmark hevur 12 sjósøvn (Oceanarium og akvarium), meðan einki ordiligt Oceanarium er í útnorðri (Føroyar, Ísland og Grønland). – Okkara verður tað fyrsta, sum fevnir um hesar ómetaligu havvíddir, sigur hann. Víðari sigur hann, at Føroyar eru stórt sæð bara hav og okkara samfelag og vælferð byggir á úrtøku úr havinum. At varðveita og skapa samband við havið hevur alstóran týdning, nú nýmótans samfelagið minkar um sambandið við náttúruna og alnótin tekur yvir. Vit mugu vita um náttúruna fyri at vera góð við hana og ansa eftir henni. – Sjósavnið verður ein vitanardepil um havið, har vit fáa samband við havið við upplivingum, spæli og undirvísing. Her verður havgransking samansjóðað og framd, og okkara sjóborni mentanararvur verður eisini miðlaður og ein partur av upplivingini. Nýggja Sjósavnið skal verða eitt savningarstað fyri øll, beint við Sandagerð, og verkætlanin verður mett at kosta 113 milliónir krónur. Heini Hátún vitjaði sendingina “Á Sýnini” her á FM1, har hann greiddi nærri frá verkætlanini, og hvussu gongur at finna fígging til verkætlanina. (Samrøðan kann hoyrast frá 36:43 minutti):

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Á Synini (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Á Sýnini – Gestir hesaferð eru Gunnar Nielsen, stjóri hjá Effo, Ingilín Strøm og Heini Hátún.

Gunnar Nielsen, stjóri Effo Tosa var um Eysturlund-ætlanina og vita hvussu langt hon er komin. Gunnar Nielsen …

03.07.2024
Bjørn hevur fingið heiður fyri “dirvi í bardaga”

Tað eru 853 dagar síðan, at Russland tann 24. februar í 2022 gjørdi innrás í Ukraina. Bjørn Kallsoy, sum hevur…

27.06.2024
Á Sýnini nr 8: Øll sendingin við Kára Johansen og Dan Brimsvík

Øll sendingin við Kára Johansen og Dan Brimsvík Kári Johansen Samrøðan við Kára Johansen

26.06.2024
Á Sýnini nr 7 – Gestir hesaferð: Jóhannes Jensen frá Gist & Vist, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og Solby, oyggjaleika samkipari

Gestir: Jóhannes Jensen Gist & Vist Bergur Djurhuus Hansen Dekanur Solby Christiansdóttir Oyggjaleika sams…

20.06.2024
Á Sýnuni

Øll sendingin 5G farneti Hopp EL-Rennufjøl Fólkatalið, fráflyting og tilflyting

12.06.2024
Intra-beiggjarnir: – Vit hava nokkso torført við at fáa armarnar niður í løtuni

– Vit hava fokus á danska marknaðin í eitt hálvt til eitt ár afturat, og fara so at hyggja eftir øðrum marknað…

05.06.2024
Á Sýnini: Nýggjur formaður í búðskaparáðnum

Johnny í Grótinum

05.06.2024
Kunnaðu um útbúgvingar á Glasi

Skúlaárið 2024-2025 verður slóðbrótandi fyri Hægri Nám á Glasi, tí tá fer skúlin eisni at bjóða út professións…

30.05.2024
Á Sýnuni nr 4
29.05.2024
Á Sýnuni – Samrøða við Bjarna Nattestad løgreglumann um píkadekk nú 15. mai er í hondum

Píkadekkini skulu av í dag, 15. mai. Í sendingini Á Sýnuni skifti Árni Gregersen orð við Bjarna Nattestad, løg…

15.05.2024
Á Sýnini – nýggj sending á FM1.

Tríggir gestir vitjaðu "Á Sýnini" í dag, sum er nýggj sending á FM1. Tríggir gestir vitjaðu "Á Sýnini" í dag, …

08.05.2024
Dekanur: Vit hava nógvar longri og miðallangar útbúgvingar í Føroyum

Hetta er tíðin, tá ungdómar skulu avgera, hvørt tey vilja fara á miðnám ella aðrar leiðir, og so eru tað eisin…

08.05.2024
Norðurlendsk skótaráðstevna í Føroyum um vikuskifti

Føroya Skótaráð hevur síðan 2022 havt formansskapin fyri norðurlendska skótasamstarvinum, og nú formansskapuri…

08.05.2024