Ein nýggj hitaskipan er tikin í brúk á Glyvrum, har eitt borihol hitar Glyvra skúla og býráðssalin við heitum vatni úr undirgrundini.
Hetta er fyrsta verkætlanin av sínum slag í Føroyum og eitt týðandi stig móti grønum orkuloysnum.
Jarðfeingi fann út av, at undirgrundin á Glyvrum er heitari enn aðrastaðni, við vatni á 23-24 hitastig.
Runavíkar kommuna valdi at vera við í verkætlanini, sum hevur fingið stuðul frá Løgtinginum til at kanna orkumøguleikar úr undirgrundini. Vinnumálaráðið og Jarðfeingi hava samstarvað í hesum umhvørvisátaki.
Kostnaðurin gjørdist góðar tvær milliónir krónur, landsstuðulin íroknaður.
Við nýggju hitaskipanini kann kommunan spara pening og minka munandi um oljunýtsluna, sum áður var umleið 45.000 litrar árliga við einum kostnaði upp á ein fjórðingsmillión krónur.