Heita á lands­stýr­ið um at taka støðu til vit­líki

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Ein bólkur av stovnum og felagsskapum við Fróðskaparsetrinum á odda heitir alment á landsstýrið um at raðfesta og taka støðu til vitlíki.

“Menningin av vitlíki gongur skjótari enn vit hava sæð við nakrari aðrari tøkni í søguni,” staðfesti áheitanin. “Vit standa fyri eini kollvelting. Mál, mentan, skúli, heilsuverk, almenn fyrisiting, fíggjargeirin og vinnan eru bara nøkur av økjunum,sum standa fyri stórum broytingum – broytingar sum kunnu ávirka karmarnar fyri fólkaræði í sjálvum sær. Broytingarnar verða so umfatandi at tað er alneyðugt við miðvísum politiskum visjónum og ætlanum.”

“Tað er avgerandi,” stóð víðari, “at vit sum land eru klár til at gagnnýta teir møguleikar sum vitlíki hevur, og eisini taka støðu til hvussu vit verja okkum fyri møguligu neiligu ávirkanini av tøknini. Raðfesting á hesum økinum verður avgerandi fyri at varðveita okkara mál, mentan og vælferð. Og verður rætt borið at kann vitlíki, saman við aðrari tøkni sum t.d. tólmenni, við nýskapandi og effektivum loysn­um verða við til at loysa ein part av stóru haldførisavbjóðingunum sum vit standa fyri, m.a. á heilsu-, almanna- og eldraøkinum.”

“Okkum kunnugt eru ongar yvirskipaðir politiskar visjónir á økinum,” legði bólkurin afturat í áheitanini. “Vitlíki varð ikki nevnt í samgonguskjalinum frá 2022, ongar politiskar ætlanir um vitlíki finnast, og einki landsstýrisfólk hevur vitlíki sum málsøki.”

Almannaverkið, Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Fróðskaparsetur Føroya, Undirvísingarstýrið, Sjúkrahúsverkið, TAKS, Gjaldstovan og Talgildu Føroyar sendu sína áheitan til landsstýrið tann 20. september, varð upplýst.