Helgi hevur skrivað bók um Westward Ho

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mánadagin var bókaframløga í Müllers Pakkhúsi í Havn, har Helgi Jacobsen legði fram bókina Westward Ho – 1884-2024.

Sluppin Westward Ho fyllir 140 ár í ár. Tí vildi felagið Sluppvinir hava eina bók skrivaða um sluppina. Tórshavnar kommuna tók undir við hugskotinum og játtaði pening.

Helgi Jacobsen takkaði fyri álitið og fyri arbeiðið hjá Sluppvinum. Hann mintist á týdningin, sum sluppirnar hava havt fyri føroyska samfelagið. Tá H.G. Thomsen í 1895 keypti sluppina fyri 385 pund, varð hon nevnd “besta slupp í Grimsby”.

Bókin greiðir frá søguni frá 1884 og fram til í dag. Hon nevnir eisini føroysku slupptíðina og stríðið at fáa skipsfiskiskap í gongd. Elsa Berg, borgarstjóri, hevur skrivað fororðið. Jóan Pauli Joensen, professari, hevur skrivað inngangin.

Í dag er tað áhugafelagsskapurin Sluppvinir, sum rekur sluppina. Alt arbeiðið er sjálvboðið. Sluppin er nógv brúkt um summarið. Millum annað verður skipað fyri fiskikapping fyri 6. flokkar.

Navnið Westward Ho kemur frá skaldsøguni hjá Charles Kingsley. “Westward Ho!” var ein máliska um skip, ið fóru vestureftir. Ein ævintýrlig kensla, knýtt at havinum, sigling og brøgdum.

Fitt av fólki var til bókaframløgu í Müllers Pakkhúsi mánadagin
Fitt av fólki var til bókaframløgu í Müllers Pakkhúsi mánadagin
Helgi Jacobsen er virkin rithøvundur
Helgi Jacobsen er virkin rithøvundur
Bókin um sluppina er 216 síður
Bókin um sluppina er 216 síður
Besta slupp í Grimsby, varð sagt, tá Thomsen keypti Westward Ho í 1895
Besta slupp í Grimsby, varð sagt, tá Thomsen keypti Westward Ho í 1895