Tá ið EM-talvstevna verður í Montenegro í november verður føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, ikki við.
Talvssamband Føroya hevur gjørt ein nýggjan leist um dagpengar fyri teir, sum telva á landsliðnum. Hetta merkir millum annað, at Helgi Dam Ziska nú stendur til at fáa minni dagpengar enn áður.
Helgi Dam Ziska hevur í staðin talað fyri einari avtalu, sum er at kalla meinlík henni, ið hann hevur við Havnar Telvingarfelag fyri dystir í landskappingini, men Talvsambandið er ikki sinnað at ganga hesum ynski á møti.
Tí hevur Helga Dam Ziska nú valt at taka seg av landsliðnum.
Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg, hevur onga viðmerking til trætuna millum Talvsamband Føroya og Helga Dam Ziska, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Talvsambandinum.
Harmast støðuna
Helgi Dam Ziska sigur, at hann vil ógvuliga fegin telva á føroyska landsliðnum, og harmast um støðuna, sum nú er íkomin.
Helgi hevur verið fastur fúsur á landsliðnum, síðan hann sum 16 ára gamal var á talvolympiadu á fyrsta sinni.
Síðan 2008 hevur hann uttan slit røktað krevjandi uppgávuna á 1. borði í OL, í EM og í smálandakappingunum. Einasta undantakið var smálandakappingin í 2015.
Talvsambandið hevur kunngjørt liðið til EM-stevnuna í Montenegro í november, og manningin er hendan:
1. Høgni Egilstoft Nielsen
2. Martin Poulsen
3. Rógvi Egilstoft
4. John Rødgaard
Eingin eykamaður er fyribils úttikin.
Frammanundan skulu Føroyar telva smálandakapping á Guernsey. Tann kappingin verður um mánaðarskiftið oktober/november, men enn er ikki heilt greitt, hvørjir fara at manna føroyska liðið.