,

Helgi og Súsanna vunnu fyrsta teinin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í gjár varð fyrsti av fimm teinum í Leif Mohr Kring Føroyar súkklaður.

Fyrsti teinur byrjaði í Runavík. Leiðin gekk fyrst runt Agnið áðrenn leiðin gekk móti Skálabotni. Súkklararnir vendu á Skála, og so gekk leiðin aftur móti Skálabotni, til Gøtu, til Leirvík og at enda á mál í Klaksvík.

Luttøkan var góð. Fleiri enn tredivu luttakarar møttu til kappingina ídag.

Ein góð breidd av súkklarum, og ein stórur bólkur av sterkum súkklarum.

Í fremsta bólki royndi fyrst ein, so ein annar súkklari at sleppa avstað frá feltinum. Ferðin fór upp, og ferðin fór niður aftur. Hilmar Hansen gjørdi eina góða roynd, og tað gjørdi Jóanis Albert Nielsen eisini.

Okkara sterkasti súkklari stillaði upp, og hóast súkklarar royndu uppá skift at sleppa avstað, so sat Helgi W. Olsen, at síggja til, róligur á súkkluni, og bíðaði eftir røttu løtu at avgera kappingina.

Brekkan undir Gøtueiði er drúgv, og nakað áðrenn víkiplássið á Gøtueiði setti Helgi ferðina upp, og so mistu ein og ein bakhjólið hjá Helga.

Niklas Halgren Niclasen og Pauli Poulsen royndu at halda tørn, men tað eydnaðist teimum ikki at koyra Helga inn aftur.

Helgi og Súsanna vunnu

Tá klokkan vísti 1 tími og 52 minuttir og 40 sekund koyrdi Helgi einsamallur um málstrikuna. Einsamallur, men ikki nógv sekund gingu áðrenn næsti maður fór um málstrikuna. Tað bleiv sprintað um 2. plássið. Bert eitt hálvt hjól skilti nummar tvey og trý. Tað var Niklas sum vann spurtin móti Paula, og tryggjaði sær sostatt silvurið.

Fleiri kvinnur luttóku. Ein í opna bólkinum, og hinar í bólkinum, ið hevur fingið heitið Hugnasúkkling.

Hóast einsamøll í opna bólkinum, so kom Súsanna Skylv á mál bert hálvan triðja minutt eftir vinnaran hjá monnum, og legði sostatt fleiri av sterku mannligu súkklarum afturum seg.

Favorittarnir vunnu, men eitt úrslit sum fekk nógva umrøðu eftir kappingina, var flotta úrslitið hjá bert 12 ára gamla Jónathan Gregersen.

Teinurin í dag var góðar 62 kilometrar. Hóast unga aldurin, koyrdi Jónathan sama tein sum seniorarnir. Meðan vinnarin í opna bólkinum brúkti 1 tíma 52 minuttir og 40 sekund, so brúkti Jónathan bara 2 tímar og 15 minuttir og 34 sekund um teir 62 kilometrarnar. Eitt sera flott avrik av unga súkklarinum.

Norðoyggjar eru karmur um 2. tein

Í dag verður súkklað í Norðoyggjum. Byrjað verður við Effostøðina í Klaksvík. Leiðin gongur fyrst móti byrgingina til Haraldsund áðrenn leiðin gongur móti Norðdepli, Hvannasundi og síðan móti Viðareiði.

Súkklað verður eftir gamla vegnum aftur móti Hvannasundi. Áðrenn súkklararnir koma á mál í Klaksvík aftur, gongur leiðin fyrst til Árnafjørð.

Startur og mál er við Effostøðina í Klaksvík, og byrjar kappingin klokkan 18.00. Hava fólk hug at síggja hvør verður fyrstur um málstrikuna í morgin, so er skilagott at leggja leiðina framvið Effostøðini um 19.30 tíðina. Kanska áðrenn, tí teinurin í morgin er eitt sindur styttri enn teinurin í dag. Í morgin skulu súkklararnir koyra smáar 54 kilometrar.


1. teinur av Leif Mohr Kring Føroyar

 NavnSlagKynTíðMunur
1Helgi W. OlsenVanligtM52:40.8
2Niklas Hallgren NiclassenVanligtM53:12.5+0:31.7
3Pauli PoulsenVanligtM53:13.8+0:33.0
4Jákup Petur EliassenVanligtM54:26.0+1:45.2
5Konstantinos GaroflosVanligtM54:29.0+1:48.2
6Súsanna SkylvVanligtF54:31.0+1:50.2
7Bergtór TórsteinssonVanligtM55:36.1+2:55.3
8Jóanis Albert NielsenVanligtM55:48.2+3:07.4
9Bogi GregersenVanligtM56:19.9+3:39.1
10Regin ThomsenVanligtM56:39.0+3:58.2
11Hilmar HansenVanligtM57:48.7+5:07.9
12Gunnar Dahl-OlsenVanligtM58:42.6+6:01.8
13Kristmund JohannessenVanligtM59:25.5+6:44.7
15Dardus JacobsenVanligtM01:00.0+8:19.2
16Marnar PattinsonHugnasúkklariM02:33.7+9:52.9
17Ken BærentsenHugnasúkklariM03:49.9+11:09.1
18Finnur KobaVanligtM11:02.0+18:21.2
19Óli HansenVanligtM11:06.0+18:25.2
20Allan JoensenHugnasúkklariM11:39.9+18:59.1
21Magnus GötheVanligtM12:21.7+19:40.9
22Henry BergVanligtM12:39.1+19:58.3
23Magni JacobsenVanligtM13:39.7+20:58.9
24Jónatan GregersenVanligtM15:34.6+22:53.8
25Casper RosenVanligtM15:39.5+22:58.7
26Eyðun JakobsenVanligtM16:56.4+24:15.6
27Aksel MikkelsenHugnasúkklariM26:14.8+33:34.0
28Jóhan Petur PetersenVanligtM27:26.6+34:45.8
29Súsanna EliassenHugnasúkklariF30:02.8+37:22.0
30Sigrid BjartalíðHugnasúkklariF30:03.8+37:23.0
31Danial HansenHugnasúkklariM33:42.0+41:01.2
32Anida JohannesenHugnasúkklariF44:17.9+51:37.1
33Jákup av SkarðiHugnasúkklariM00:28.2+1:07:47.4
Helgi L. PetersenHugnasúkklariMDNF