Hendrik Egholm er settur sum stjóri í nýggja sølufelagnum hjá Varðanum. Hann byrjar í starvinum 1. februar 2025. Tað boðar Varðin frá.
Hendrik Egholm er útbúgvin cand. merc. í marknaðarføring og leiðslu, og hevur drúgvar royndir innan sølu og leiðslu.
Hann hevur áður verið stjóri í Magn og Skeljungi í Íslandi, umframt sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line.
Forstjórin í Varðanum, Bogi Jacobsen, sigur:
– Hendrik hevur sýnt serlig evni til at menna fyritøkur, skapa vøkstur og byggja sterk vinnulig samstørv. Við sínum royndum og førleikum fer hann at verða ein týðandi partur av at menna samtakið.