Herdu reglurnar um havnastongsul koma í gildi til fulnar í heyst

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Kunngerðin um herdar reglur um havnastongsul fyri russisk skip er nú komin. Kunngerðin kemur í gildi tann 12. juli, men forboðini verða ikki galdandi til fulnar fyrr enn 7. oktober av sáttmálum um millum annað tøkniligan stuðul og veitingar viðvíkjandi fiskiskipum, sum eru gjørdir áðrenn 7. juli 2023, ella atknýttar sáttmálar, sum eru neyðugir fyri at halda slíkar sáttmálar, skrivar Høgni Hoydal í kunngerðini.

Forboðið verður ikki galdandi fyri fiskiskip, sum hava ørindi í føroyskari havn, ið er knýtt at fiskiskapi, sum er heimilaður í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Ørindi eru til dømis umskiping og landing av veiðu frá fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, umframt onnur ørindi, beinleiðis knýtt at fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni.

Einki stendur í kunngerðini, hvørjar havnir talan er um.

Kunngerðina kann lesast her.